2024-05-04 10:25
Um eitt-tíðina í nátt varð løgreglan uppringd av tveimum útlendskum monnum, sum høvdu gingið seg fastar í fjøllunum oman fyri Tjørnuvík.
Teir vóru so hugtiknir av landslagnum, og áðrenn teir vistu av, varð tað blivið myrkt, og teir funnu ikki oman aftur. Boð vórðu tí send eftir fjallabjargarum, sigur løgreglan.
Bjargingin eydnaðist væl, og um fimm-tíðina vóru øll aftur í Tjørnuvík í øllum góðum.
– Vit høvdu gott telefonsamband við teir, so har var ongantíð nakar trupulleiki. Men teir høvdu ikki roknað við at vera so leingi burtur, so teir vóru ikki so væl ílatnir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald