Innanlands

Máttu klippa bilførara leysan

Hann fekk tó ikki álvarsligan skaða

Bilur fór út av vegnum millum Stykkið og Kvívík, og bilførarin mátti klippast leysur.

Bilur fór út av vegnum millum Stykkið og Kvívík, og bilførarin mátti klippast leysur.

2022-07-24 14:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt ferðsluóhapp hendi í morgun kl. 9.30 á vegnum millum Stykkið og Kvívík. Ein persónur var í bilinum, sum fór út av vegnum. Kvívíkar Sløkkilið kom á staðið stutt eftir óhappið við klippiútgerð. Maðurin mátti klippast leysur og  varð koyrdur á Landssjúkrahúsið. Hann fekk ikki álvarslgan skaða og hevur tað gott sigur politiið. Men bilurin er illa farin. Talan er ikki um rúsdrekkakoyring.

Eitt annað ferðsluóhapp var í Eysturoynni tíðliga í morgun, har ein bilur fór av vegnum omanfyri Norðskála. Ein persónur var i bilinum men kom ikki til skaða. Bilurin fór tó illa. Talan var ikki um rúsdrekkakoyring.

Politiið gjørdi annars ferðmátingar í Kaldbaksbotni eftir midnátt. Tveir bilførar vórðu tiknir fyri at hava koyrt ov skjótt. Ein koyrdi við 125 km ferð og fekk treytaða frádøming. Ein varð máldur til 114 km. Og tað gav eitt klipp í kortið.

Politiið hevur annars gjørt ferðsluátøk í Norðuroyggjum móti rúsdrekkakoyring. Millum 20 og 30 bilar vórðu steðgaðir. Eingin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Tað hevur annars verið friðarligt í Havnini í nátt. Politiið var til steðar í náttarlívinum.  Tveir persónar vórðu tiknir við rúsandi evnum. Ein persónur, sum hevði stolið eina bússu í kafeiini á Landssjúkrahúsinum varð stutt eftir tikin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder