2024-07-12 07:50
Løgreglan fekk seinnapartin í gjár fráboðan um eitt lítið arbeiðsóhapp í Svanga í Havn.
Av tí at okkurt var galið við einum betongbili, sum var við betongi í økinum, vóru tveir menn frá skipasmiðjuni Mest boðsendir. Meðan teir stóðu uppi á betongbilinum fór ein ventilur. Hetta gjørdi, at teir báðir máttu leypa av bilinum.
Løgreglan sigur, at annar maðurin fekk brot á beinið. Teir vóru umleið tríggjar metrar uppi.
Arbeiðseftirlitið varð boðsent, og frágreiðing verður skrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald