Innanlands

Máttu stongja Leynatunnilin eina løtu

Bummurin sum hongur úr loftinum var loysnaður og hekk lodrættur. Tað kann vera vandamikið, og tí varð tunnilin stongdur eina løtu tíðliga seinnapartin í gjár meðan brekið varð rættað

Leynatunnilin í morgun (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Leynatunnilin í morgun (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-06-14 09:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint áðrenn klokkan 13 í gjár fekk løgreglan fráboðan um eina vandastøðu við annan tunnilsmunnan í Leynatunlinum.

Bummurin sum hongur úr loftinum við tunnilsmunnan var loysnaður, og hekk lodrættur. Helst hevur onkur lastbilur ella líknandi tikið í bummin.

Løgreglan sendi tveir bilar á staðið beinanvegin og stongdi tunnilin. Landsverk gjørdi eisini skjótt av, og kom við røttu amboðunum at fáa bummin upp aftur. 

Longu klokkan 13:17 koyrdi ferðslan í Leynatunlinum aftur sum vant.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder