Uttanlands

Maui: Nú eru 80 fólk deyð

Guvernørurin á Hawaii ávarar um, at deyðstalið framvegis kann vaksa

Býurin Lahaina brendur í grund (Mynd: EPA)

Býurin Lahaina brendur í grund (Mynd: EPA)

2023-08-12 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skógareldarnir á Maui hava nú kravt í minsta lagi 80 mannalív, upplýstu myndugleikarnir á oynni, sum er partur av amerikanska oyggjabólkinum Hawaii, fyrrapartin.

Harumframt eru í løtuni 1.418 persónar fluttir úr heimi teirra til trygg uppihaldsstøð.

Arbeitt verður enn við at fáa tamarhald á eldunum, sum byrjaðu týsdagin. Klokkan átta í morgun okkara tíð boðaði løgreglan í økinum frá, at tey hava fingið tamarhald á 80 prosent av eldinum á vestara parti av oynni.

Sambært Ritzau er hetta deyðiligasta náttúruvanlukkan, sum oyggjabólkurin hevur upplivað, síðan hann gjørdist ein amerikanskur statur í 1959.

Myndugleikarnir á Hawaii vita enn ikki, hvussu eldurin er kyknaður. Eisini skal kanning gerast, sum skal fáa greiðu á handfaringini hjá myndugleikunum av støðuni.

Josh Green, guvernørur á Hawaii hevur ávarað um, at deyðstalið framvegis kann vaksa, m.a. orsakað av, at tey nú byrja at kanna niðurbrendar bygningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder