Uttanlands

Mauna Loa á Hawaii farin at goysa

Talan er um heimsins størsta aktiva gosfjall

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-11-29 07:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í 40 ár goysir nú úr heimsins størsta aktiva gosfjalli, Mauna Loa á Hawaii í Kyrrahavinum.

Onkrar flogferðir eru avlýstar í økinum eftir at tað byrjaði at goysa, skrivar Reuters.

Tað var sunnudagin, at tað byrjaði at goysa. Hetta er fyrstu ferð síðan 1984.

Flótandi grýtið, sum rennur úr fjallinum, hóttir tó ikki íbúgvar í økinum, upplýsir amerikanski jarðfrøðiligi stovnurin, USGS.

Mauna Loa gosfjallið er meira enn 4.000 metrar høgt, og er ein partur av eini røð av eldgosum, ið eru uppruni til Hawaii oyggjaríkið.

Myndugleikarnir í Hawaii boða frá, at latin eru upp verjuskýli á oynni sum trygd fyri íbúgvarnar, um hetta skuldi blivið neyðugt.

Flogfelagið Southwest Airlines, støðgaði allari flúgving til og úr floghavnini Hilo orsaka av gosinum.

Sambært CNN heldur amerikanski loftferðslumyndugleikin, US Federal Aviation Administration, eyga við dustskýnum um tað skuldi verið til vanda fyri flogferðsluna.

Enn eru ikki frætt um, at íbúgvar á oynni eru komin í vanda av gosinum.

Fólk við trupulleikum við andaleiðini verða fyribils biðin um at halda seg innandura, tí niðurfallin øska kann gerast ein trupulleiki.

Mauna Loa hevur goyst 33 ferðir síðani fyrsta kenda gosið varð staðfest í 1843, skrivar USGS. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder