2021-03-07 16:57

Sáttmáli varð undirskrivaður í dag, sum merkir, at Andras S. Jacobsen fer at reka barrina Maverick í Klaksvík framyvir.
Símun á Høvdanum, sum eigur barrina, fer uttanlands í næstum og tí skal onkur annar reka barrina, sum liggur beint við síðurnarav vøllinum við Djúpumýrar.
- Vit ætla at koyra víðari og menna tænasturnar sum heild, sigur Andras S. Jacobsen við nordlysid.fo.
Tað gongur ein tíð áðrenn Andras S. Jacobsen yvirtekur virksemið.
Rætting 7. mars 18.58: Áður stóð at Maverick fekk nýggjan eigara. Hetta er ikki rætt. Andras S. Jacobsen fer at reka barrina framyvir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald