Mæti svensk-franski filmssjónleikarin, Max von Sydow, doyði í gjár, 90 ára gamal. Tað váttar kona hansara fyri fronskum miðlum í dag.
Max von Sydow hevur spælt hópin av leiklutin í altjóða stórfilmum.
Hann varð føddur í Lund í Skáni 10. apríl 1929, og hevði sín fyrsta leiklut í einum svenskum filmi í 1949. Uppruna liga æt hann Carl Adolf von Sydow, men broytti seinni fornavn til Max. 19 ára gamal fór hann á sjónleikaraskúla í Dramaten í Stockholm.
Eftir at hava ferðast eitt sindur runt og spælt við í sjónleikauppsetingum kring landið, bað Ingmar Bergmann hann í 1955 koma til Malmö Stadsteater at starvast.
Úrslitið av samstarvinum gjørdist, at hann spældi við í 13 av filmunum hjá Bergman. Hann spældi við í fleiri filmum, sum í dag eru svenskir klassikarar, eitt nú leiklutin sum Karl-Oskar í filmunum ”Utvandrarna” og ”Nybyggarna” hjá Jan Troell, og í ”Äppelkriget” hjá Tage Danielseon.
Ferð kom á karrieruna í Hollywood í sekstiárunum tá von Sydow fekk leiklutin sum Jesus í filminum ”The Greatest Story Ever Told” hjá George Stevens. Seinni spældi hann í fleiri Hollywood-filmum, eitt nú hjá David Lynch og Woody Allen.
Í 2002 gjørdist Max von Sydow franskur ríkisborgara. Síðan nítiárini hevur hann búð í Paris saman við fronsku konu síni, Catherine Brelet. Hann hevur fýra synir, tveir fyr fyrru konuni, sjónleikaranum Christina Olin, og tveir við Brelet. Fleiri av børnunum arbeiða eisini innan filmsídnaðin og sum sjónleikarar.
Max von Sydow hevur ofta verið kallaður ein legenda innan filmsídnaðin, og hevur fleiri ferðir verið heiðraður fyri síðar leiklutir. Tvær ferðir er hann tilnevndur ein Oscar, millum annað fyri leiklutin í "Pelle Erobreren" hjá Bille August, men vann ongantíð. Hann hevur eisini sjálvur sitið handan upptøkutólið og leikstjórnað.
Seinastu ferðir hann var at síggja í stórum framleiðslum var í ”Star Wars: The Force Awakens” í 2015 og í sjónvarpsrøðini ”Game of Thrones” í 2016, skrivar svt.se.
Nakrir kendir filmir, við Max von Sydow eru : Utvandrarna (1971), Nybyggarna (1972), The Exorcist (1973), Three Days of the Condor (1975), Exorcist II (1977), Flash Gordon (1980), Ingenjör Adrées Luftfärd (1982), Dune (1984), Oviri (1986), Pelle Erobreren (1987), Hamsun (1996), Jerusalem (1996), Snow Falling on Cedars (1999), Star Wars: The Force Awakens (2015), Kursk (2018).
Og nakrar sjónvarpsrøðir: Quo Vadis? (1985), The Tudors (2009), Game of Thrones (2016).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald