Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer nú at senda ES-forsetanum Donald Tusk eitt bræv við eini ætlan um at útseta Brexit.
Tað veit AFP-tíðindastovan at siga, og keldan er talsmaður hjá May.
Brævið verður sent í dag undan ferðini hjá forsætisráðharranum til Brússel fyri at luttaka á toppfundinum í morgin, skrivar Ritzau.
Orsøkin til útsetingina er, at bretska tjóðartingið er farið í baklás, og at støðan kring Brexit-ætlanina er hættislig.
Talsmaðurin kom við útsøgnini, sambært AFP, eftir at tað hoyrdist, at May fór at útseta Brexit í 12 mánaðir.
Theresa May hevði vónað at kunna sannføra tjóðartingið um at stuðla hennara skilnaðaravtalu við ES, men mánadagin forðaði tjóðartingsformaðurin, John Bercow, ætlanunum um eina nýggja atkvøðugreiðslu.
Forsætisráðharrin má koma við eini nýggjari ella í hvussu so er við eini munandi broyttari avtalu, um hann skal loyva eini nýggjari atkvøðugreiðslan.
- Stjórnin kann ikki lógliga senda inn sama uppskot ella stórt sæð sama uppskot til Undirhúsið, segði Bercow mánadagin.
Tvær ferðir er Brexit-avtalan hjá Theresu May feld í Undirhúsinum við stórum meiriluta.
Seinasta atkvøðugreiðslan var seinasta týsdag, tá uppskotið fall við 149 atkvøðum, 391 móti 241.
Eftir ætlan skuldi Bretland limast úr ES 29. mars. Hósdagin samtykti Undirhúsið við 412 atkvøðum fyri og 202 ímóti at útseta gildiskomuna. Men einans um tað eydnast at finna eina avtalu innan 20. mars – í dag.
Um Brexit skal útsetast, krevur tað semju millum hini 27 ES-limalondini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald