ES og Stórabretland eru samd um at finna eina nýggja loysn á markaavbjóðingarnar millum Írland og Norðurírland innan árslok 2020.
Tað upplýstu bretski forsætisráðharrin, Theresa May, og Jean-Claude Juncker, formaður fyri ES-nevndina, á einum tíðindafundi í Strasbourg í gjárkvøldið.
Brexit-avtalan hjá Theresu May skal í dag standa sína roynd í bretska undirhúsinum.
Hennara fyrru royndir at fáa eina avtalu ígjøgnum í undirhúsinum hava verið til fánýtis, og tí hevur May brúk fyri eini betri avtalu, um hon skal fáa bretsku tjóðartingslimirnar at atkvøða fyri.
Tað var júst avbjóðingarnar við, hvussu ’hart’ markið millum Írland og Norðurírland fer at vera, sum var størsta avbjóðingin.
- Tað var tørvur á løgliga bindandi broytingum til avtaluna. Tær eru vit nú samd um, segði Theresa May á tíðindafundinum.
Sambært útsøgnunum hjá May, er talan um eina avtalu við somu løgfrøðiligu tyngd, sum sjálv avtalan um Brexit. Ískoytisavtalan skal tryggja, at ES ikki fær møguleika at gera brúk av sokallaða ’bakstopparanum’, skrivar Ritzau.
Forsætisráðharrin legði afturat, at hon fer at greiða nærri frá staklutunum í avtaluni í bretska tjóðartinginum í London í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald