Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, ætlar at útseta aðru atkvøðugreiðsluna um brexit-aftaluna til síðst í hesum mánaðinum, skrivar bretska blaðið, The Telegraph.
Eftir ætlan skuldi málið til viðgerðar í tjóðartinginum á øðrum sinni í næstu viku fyri at taka støðu til avtaluna, sum Theresa May fær við ES.
Men roknað verður ikki við, at tað eydnast forsætisráðharranum at koma fram til eina nýggja semju við ES áðrenn freistina, og tí verður atkvøðugreiðslan útsett.
Avtalan, sum Theresa May fekk í lag við ES í november, varð í farna mánaði vrakað av einum stórum meiriluta í bretska tjóðartinginum.
Síðan hevur may fingið heimild frá tinginum til at finna eina nýggja semju við ES, har serliga trupli spurningurin um markið millum Írland og Norðurírland skal endurskoðast.
Í dag kemur May til Brússel at tingast við ES-nevndarformannin, Jean-Claude Jukcker, sum fyrr hevur sagt, at semjan ikki kundi broytast.
Eftir ætlan fer Stórabretland úr ES 29. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald