Teen Street Føroyar: Á TeenStreet er café fyri starvsfólkini, nevnd Staffcafé. Har eru millum annað Mariann og MC Restorff at hitta.
Mariann er eitt kent andlit her niðri á TeenStreet legunum. Hon er her á fimta sinni. Undanfarnu fýra ferðirnar hevur hon verið tengt at tí, tey rópa “Soulcare”. Hetta er samtalubólkur, ið hevur til uppgávu at vera um tey ungu og tosa við tey – eisini um alskyns trupuleikar, sum tey jú kunnu dragast við. Men hesuferð arbeiðir Mariann í Staffcafé saman við manninum, MC, sum er her á fyrsta sinni.
MC sigur, at hann hesuferð ynskti at vera saman við frúuni, men eisini orsakað av, at nú hann eldist, tímir hann ikki so væl at vera einsamallur heima.
Hjúnini bæði hava annars verið sera nógv summur í Grønlandi. Mariann er sjúkrarøktarfrøðingur, og hon hevur arbeitt á sjúkrahúsi, meðan MC hevur verið við bátinum Juvel, og har boðað gleðiboðskapin við sínum sangi og spæli.
MC er jú væl egnaður at arbeiða á slíkari café sum hesari á TeenStreet. Hann hevur jú hetta rætta Restorffska tænaralyndið, og tað sæst eisini væl her, nú hann gongur ímillum borðini so blíður og heilsar uppá fólk.
- Ja, eg síggi enntá, at hann steðgar við eitt borð, har tvær damur sita, og so heilsar hann blíðdliga og syngur nakrar strofur fyri teimum. Og eg hugsi fyri mær sjálvum, at hetta er tann rætti MC, sum vit minnast frá Hafnia døgunum.
MC, sum annars fyllir 76 í dag, er nokk mest kendur í Føroyum sum sangskrivari, sangari og tónleikari. Tíðliga í fjør vann hann ársins tónleikaheiður á FMA og seinni á árinum var hann jú ein av sangskrivarunum, sum fekk tann heiður at vera við í sendingini Hoydalar í KVF.
MC hevur skrivað eina rúgva av sera góðum og innihaldsríkum sangum – bæði orðum og løgum. Hann er musikalskur sum fáur, og hann hevur ongantíð krógvað ljósið við boðskapinum um Jesus undir skeppuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald