Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda eldru tónleikaútgávurnar hjá M. C. Restorff og Nikodemussangbólkinum fyri síðani at leggja tær atkomiligar á talgildu tónleikatænastunum á alnótnini, eitt nú Spotify.
Nú er loksins komið á mál, skrivar Evangeliska Røddin í tíðindaskrivi. Nýggjaru útgávurnar, frá 1991 og fram, hava verið tøkar á netinum í nøkur ár.
M. C. Restorff hevur í meir enn 50 ár verið virkin á andaliga tónleikapallinum í Føroyum. Nikodemussangbólkurin hevði sín uppruna í ungdómsarbeiðnum í Ebenezer í Havn. Orsøkin til navnið “Nikodemus” er at finna í Jóhannesar evangelium kapitul 3, har ein ráðharri við navninum Nikodemus, leitaði sær til Jesus á nátt. Hann ynski at spyrja um hitt æviga lívið. Tað er frá tí samrøðuni at Jesus sigur tey kendu orðini í Jóh. 3.16: “Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann , skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” Haðani kom navnið, tí ungdómsarbeiði ofta strekkir seg langt út á kvøldið og partvís næturnar.
Talan er um týddar sangir, yrkingar har løg eru sett til. Eisini eru onkrir sangir við kendum løgum, men har føroyskur andaligur tekstur er gjørdur til. Og so er eisini talan um upprunaligar yrkingar og løg.
Útgávurnar hjá M. C. og Nikodemussangbólkinum eru:
- 1971 - Meistarans hond
- 1975 - Lív
- 1977 - Hann legði í munn mín nýggjan song
- 1980 - Barnaminnir
- 1984 - Konsert við Nikodemussangbólkinum (í Norðurlandahúsinum)
- 1986 - Hildin – Nikodemus og vinfólk 15 ár
- 1988 - Ymiskt á leiðini
- 1991 - Ein glotti fyri framman – M. C. Restorff og Regin Guttesen
- 1994 - Nýtt og gott gamalt
- 1998 - Sálmar og sangir í nýggjum búna
- 2012 - Sanganna veingir
Í 1991 tók M. C. ein ungan spíra undir sítt veingjabreiði – tað var Regin Guttesen. Teir vóru saman um útgávuna “Ein glotti fyri framman”. Síðani tá hevur Regin, sum saman við konuni Heidi og teirra børnum, er trúboðari í Italia, eisini latið út hondum væl av tónleiki, m.a. útgávuna “Fjakkari”.
Tað er Bárður Norðberg frá Evangelisku Røddini sum hevur samskipað arbeiðið. Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debes og Eirikur Norðberg hava hjálpt til við talgilding og Óli Poulsen hevur fínpussað og re-mastrað.
Tað hevur verið drúgt arbeiði at finna fram tey bestu masterbondini, so góðskan kundi blíva so góð sum møguligt. Og í tí sambandi ynskir Evangeliska Røddin at takka savninum í Kringvarpi Føroya.
Við hesum eru næstan allar útgávurnar hjá Evangelisku Røddini atkomuligar á talgildu tónleikatænastunum. Arbeitt verður víðari vit at fáa tær seinastu út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald