Uttanlands

McDonald's og Starbucks lata fyribils aftur í Russlandi

Fyritøkurnar fara framvegis at geva starvsfólkunum løn, hóast tær ikki fara at hava opið – Coca Cola og PepsiCo gevast eisini at selja drykkjuvørur í Russlandi

McDonald's matstova í russiska høvuðsstaðnum, Moskva (Mynd: EPA)

McDonald's matstova í russiska høvuðsstaðnum, Moskva (Mynd: EPA)

2022-03-09 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin boðaðu McDonald's, Starbucks, Coca Cola og PepsiCo frá, at tey fyribils fóru at steðga við øllum virksemi teirra í Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina.

McDonald's hevur 850 matstovur í Russlandi, og tær verða allar stongdar fyribils. Men hóast hetta nýtast tey 62.000 russisku starvsfólkini ikki at stúra, tí tey fáa framvegis løn, boðar McDonald's frá.

Stjórin á McDonald's sigur sambært tíðindastovuni AP, at tað er ógjørligt at vita, nær matstovurnar kunnu lata upp aftur.

Fríggjadagin boðaði Starbucks frá, at tey fóru at geva vinningin frá teimum 130 kaffistovunum, tey hava í Russlandi til neyðhjálp í Ukraina, men týsdagin varð boðað frá, at allar kaffistovurnar fóru at lata aftur fyribils.

Eins og McDonald's, fer Starbucks framhaldandi at geva starvsfólkum teirra løn. Uml. 2.000 fólk starvast hjá Starbucks í Russlandi.

Coca Cola hevur eisini boðað frá, at tey fóru at steðga virksemi teirra í Russlandi, men greiddu ikki nærri frá.

PepsiCo, sum hevur høvuðssæti í New York, gevst við at selja drykkjuvørur til Russlands og gevst eisini við at lýsa í landinum, men tó fer fyritøkan framhaldandi at framleiða mjólk, eftirgjørda móðurmjólk og barnamat, partvíst fyri framhaldandi at stuðla starvsfólk og veitarar í Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder