placeholder
Mentan

Meat Loaf deyður

Amerikanski rocksangarin við borgarliga navninum Michael Lee Aday, sum er kendur fyri "Bat Out of Hell"-útgávurnar, andaðist hósdagin, 74 ára gamal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-22 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski rocksangarin og sjónleikarin Michael Lee Aday, ið er kendur undir navninum Meat Loaf, andaðist hóskvøldið, 74 ára gamal. Tað skriva fleiri miðlar.

Kona hansara, Deborah, var hjá honum, og tey nærmastu náddu at siga honum farvæl í seinastu døgni hansara, sigur agentur hansara, Michael Greene.

Meat Loaf er m.a. kendur fyri útgávurnar "Bat Out of Hell", "Bat Out of Hell II: Back to Hell", og "Bat Out of Hell III: The Monster Is Loose". Tær vórðu givnar út í ávikavíst 1977, 1993, og 2006, og vórðu seldar í 65 milliónum eintøkum um allan heimin.

Debutútgávan "Bat Out of Hell" er millum tær 35 mest seldu útgávurnar í USA.

Meat Loaf hevði eisini royndir sum sjónleikari í einari langara røð av filmum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder