placeholder
Innanlands

Medisinsku seingjadeildirnar eru fluttar í H-bygningin

B7 og B8 eru nú at finna í nýggja bygninginum við einastovum og nýggjum isolatiónsstovum.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fegnaðist um flytingina (Mynd: Heilsu- og orkumálaráðið)

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fegnaðist um flytingina (Mynd: Heilsu- og orkumálaráðið)

2026-09-08 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Medisinsku seingjadeildirnar B7 og B8 eru í dag, týsdagin 8. september fluttar á fyrstu hædd í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Við flytingini eru allar medisinsku seingjadeildirnar nú savnaðar á H1.

Hetta staðfestir Heilsu- og orkumálaráðið á heimasíðu sínari.

Á nýggju deildini eru einastovur og nýggjar isolatiónsstovur, har sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk fáa góðar og nútímans umstøður.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fegnaðist um flytingina og bar starvsfólkunum eina hjartaliga tøkk fyri stóra arbeiðið, sum tey hava lagt í at fyrireika og fremja flytingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder