2019-05-06 15:00
Tað gjørdist ein drongur, ljóða tíðindini nú í bretsku miðlunum, sum fylgja kongaligu føðingini, nú Megan prinsessa fór á sjúkrahús við verkjum. Tíðindini um at prinsessan varð innløgd við verkjum ljóðaðu fyri løtu síðani, men sambært BBC, so var lítli prinsurin føddur um hálvgun sekstíðina í morgun.
Harry prinsur sigst vera findarglaður – ”absolutely thrilled” – og takkar almenninginum fyri stuðulin tey hava fingið í viðgongutíðini.
Hann váttar eisini sjálvur tíðindini á profili sinum á Twitter:
Baby Sussex https://t.co/UPeujFWoGy
— Harry Duke of Sussex (@DukeHarrySussex) 6. maj 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald