Uttanlands

Megan prinsessa fingið verkir

Barnið verður áttanda langommubarnið hjá Elizabeth drotning í Onglandi

Harry og Megan avmyndað á eini vitjan í Marokko í februar (Mynd: EPA)

Harry og Megan avmyndað á eini vitjan í Marokko í februar (Mynd: EPA)

2019-05-06 14:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Megan prinsessa, hertogafrúa av Sussex og kona Harry prins í Onglandi, skal eiga hvørja løtu, skriva enskir miðlar í dag.

Tað var 15. oktober í fjør, at Harry prinsur og Megan boðaðu frá, at hon var vorðin við barn.

BBC skrivar, at barnið sum verður áttanda langommubarnið hjá Elizabeth drotning, verður sjeyndi í arvarøðini til bretsku trónuna eftir Charles prins, William prins og hansara trý børn og so pápan, Harry prins.

BBC skrivar eisini, at foreldrini ikki kenna kynið á barninum. Hertogafrúan av Sussex, sum Megan Markle nú verður rópt í Onglandi, var seinast at síggja alment 19. mars, tá hon saman við manni sínum í London skrivaði í eina bók við heilsum til tey, sum mistu í yvirgangsálopinum í Christchurch í Ný Sælandi.

Prinsahjúnini eru júst flutt inn í nýumbygdu Frogmore Cottage í Windsor har tey hava gjørt seg til reiðar at verða barnafamilja, skrivar BBC.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder