Papparazzi fotografar eltu týsdagin Harry prins, og konu hansara Meghan í eini villari bilajagstran, sum verður kallað ein “near catastrophic car chase”.
Hetta skrivar Reuters og fleiri bretskir miðlar í dag. Miðlarnir kalla eltanina, ið vardi í tveir tímar, fyri miskunnarleysa.
- At vera almennur persónur ger, at almenningurin hevur ein ávísan áhuga, men tað má ongantíð ganga út yvir trygdina hjá einstaklingum, sigur talsmaðurin hjá prinsinum, sambært Reuters.
Hetta hendi týsdagin eftir, at kongaligu hjúnini saman við mammu Meghan Markle, Doria Ragland, høvdu verið til eina heiðurslønarhandan í New York, sum felagsskapurin Ms. Foundation for Women skipaði fyri í Ziegfried Ballroom á Manhattan. Her varð Meghan Markle kosin ‘Woman of Vision’.
Hetta var fyrstu ferð, at Harry og Meghan vístu seg alment síðan kongaligu krúningina í Onglandi fyrr í mánaðinum.
Sambært fleiri av miðlunum koyrdu Harry og Meghan, hertugi og hertuginna av Sussex, í hýruvogni, tá fleiri paparazzi-myndafólk settu eftir teimum teimum í eini biljagstran á Manhattan.
Hendingin er enn ikki váttað av løgregluni í New York, NYPD.
Hendan søgan fær eyka bein at ganga á, tí at talan var eisini um eina slíka eltan, ið var orsøk til, at móður Harrys, Diana prinsessa, lat lív í eini ferðsluvanlukku í Paris í 1997.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald