Uttanlands

Meghan útsett fyri rasistiskum viðmerkingum

Bretska kongshúsið fer nú í hernað móti rasismu á netinum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-08 20:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bretska kongshúsið er nú farið í hernað móti rasismu á netinum eftir at fleiri rasistiskar viðmerkingar eru gjørdar móti hertugafrú  Meghan á sosialu vangunum hjá kongshúsinum.

CNN skrivar, at nú eru eingi n-orð, revolvara ella knív emoji at finna í viðmerkingunum í sosialu miðlunum hjá bretska kongshúsinum

Kongaliga familjan gav í farnu viku út eina leiðbeining um hvussu ein eigur at uppføra seg, um ein ynskir at fylgja við lívinum hjá teimum kongaligu á Instagram og Twitter.

Nú verður tí hildið eitt vakið eyga við teir 18 milliónir fylgjararnar, sum bretska kongshúsið hevur á Twitter og Instagram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder