Ein stórur partur av stóru føroysku byggifyritøkuni Articon verður seldur til Danmarkar.
Avtala er í dag gjørd um, at danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding A/S, ið er skrásett á danska keypsskálanum, saman við leiðslubólkinum í Articon ger íløgu í P/F Articon. Frameftir fer Aarsleff at eiga 80 prosent, leiðslubólkurin 10 prosent og verandi eigarar 10 prosent.
Articon sigur í tíðindaskrivi, at Per Aarsleff Holding A/S í fjørsummar setti seg í samband við Articon og boðaðu frá, at tey vóru áhuga at seta pengar í Articon.
- Hetta setti ferð á tankarnar, sum hava verið eina tíð, um framtíðina hjá felagnum og eftir nakað av samskifti, var niðurstøðan, at her kundi vera talan um ein spennandi møguleika at framtíðartryggja Articon, verður sagt í tíðindaskrivi.
Verandi eigarar meta, at hetta er tann besta loysnin at tryggja eina mennandi framtíð fyri Articon.
Verandi leiðsla heldur fram til 1. oktober í ár, tá leiðslubólkurin, sum er Sunnvard Andreasen, Torleif Waagstein og Christian Danielsen taka yvir. Sunnvard verður stjóri (CEO), Torleif rakstrarstjóri (COO) og Christian fíggjarstjóri (CFO). Eftir hetta halda Jón Sigurdsson og Niclas Joensen fram sum nevndarlimir.
P/F Articon hevði í 2023 eitt avlop upp á 29,2 milliónir.
(Savnsmynd: Articon)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald