
Tað ber ikki til at siga, at tað tænti fyri seg. Í øllum førum vóru HB og B36 ikki nøgd við graslíki, ið Laiderz veitti og legði á í Gundadali síðsta summar. Ósemja hevur síðani verið millum veitaran og Tórshavnar kommunu um, hvør trupulleikin er, men fyrr í ár tók kommunan avgerð um, at graslíki aftur skal skiftast.
Les eisini:
Nú verður graslíki á Ovara vølli aftur skift
Havnarfeløgini vraka framvegis Ovara vøll
Hetta arbeiðið fór í gongd áðrenn vikuskifti, og Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tað gongur skjótt at taka vøllin av. Eftir ætlan skal nýtt graslíki verða komið, og alt gjørt liðugt, 25. mai - um tvær vikur.
Veitari hesuferð er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan. Graslíkisvallir av týska merkinum eru vanligir í Føroyum.
Graslíki, sum sambært feløgunum ikki kundi nýtast, verður í hesum døgum tikið av aftur (Myndir: Ólavur Frederiksen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald