
Í gjár, týsdagin 16.11, vórðu 191 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.
Heimasíðan corona.fo upplýsir, at 37 fólk vórðu koppsett fyri fyrstu ferð, 65 fingu prik numar tvey, og 89 fólk fingu triðja prikið.
Tað hevur ikki verið óvanligt, at hægsta talið av teimum koppsettu fyri ein dag, eru fólk sum verða koppset fyri triðju ferð. Higartil hevur tað mest verið starvsfólk í heilsuverkinum, fólk í vandabólki og fólk yvir 65 ár - virknaðurin av fyrstu koppsetingini minkar nógv eftir hált ár, vísa kanningar.
Talið av teimum, ið eru koppsett, nærkast nú 41.000 - er 40.854 - og tað er beint undir 91,4 prosent av íbúgvunum yvir tólv ár. 38.638 fólk hava fingið koppseting nummar tvey, og 3.705 fólk hava fingið trý prik.
Tilsamans 83.197 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
fingið fyrru koppsetingina. 38.638 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 3.705 fólk hava fingið trý prik - yvir átta prosent.
Tilsamans 83.197 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, upplýsir corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald