
88 prosent siga, at jøvn kynsumboðan á føroysku festivalunum ikki hevur týdning.
Tað vísir atkvøðugreiðslan, sum hevur koyrt á Portalinum síðani í gjárkvøldið. Næstan 6.500 brúkarar hava givið sína meining til kennar.
Hetta er í kjalarvørinum av søguni, sum Kringvarpið hevur koyrt í nakrar dagar, at millum annað Javnstøðunevndin finst at Tórsfest fyri onga kvinnu at hava á plakatuni. Eisini var í gjár funnist at Summarfestivalinum fyri at hava eina yvirumboðan av monnum.
Les eisini: Tórsfest: Hetta er ikki nóg gott
Men tað hevur eftir øllum at døma ikki so stóran týdning fyri føroyingar, hvat kyn tað er sum spælir, tá teir fara á festivalar at njóta góðan tónleik.
Bara 12 prosent hava svarað, at jøvn kynsumboðan á festivalunum hevur týdning fyri tey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald