Mentan

Megnarverkið Messias á skrá um vikuskifti

Omanfyri 100 fólk verða við í framførsluni

2018-12-03 17:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ólavur Hátún, sum andaðist stutt fyri ólavsøku, hevði ta ætlan, at framføra megnarverkið Messias hjá G. F. Händel í desember 2018. Ætlanin var at sangarar úr Havnarkórinum, Tarira og øðrum kórum kring landið skuldu manna hetta úrvalda kór. Tó at Ólavur visti hvønn veg tað bar við heilsustøðu síni, hevði hann tað ynski, at hendan verkætlanin ikki skuldi avlýsast, tó at hann slepti endanum.

Tí varð avgjørt at fullføra hesa ætlan og framføra Messias. Umframt at hava framførslu í Vesturkirkjuni leygardagin 8. Desember verður eisini farið til Suðuroyar við oratorinum. Tann framførslan verður í Salt sunnudagin 9. Desember.

Omanfyri 100 fólk verða við í framførsluni, sum umframt kórsangarar, umfatar fýra solistar og áleið 20 tónleikarar. Solistanir koma, sum so ofta fyrr úr Íslandi. Dirigentar vera Leif Hansen og Jóhannes Andreasen, sum stjórna hvør sína helvt av oratorinum. Konsertmeistari er Sámal Petersen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder