2018-06-27 12:50

Í gjárkvøldið slitnaðu trossarnir hjá Mein Schiff 3, sum fyri kortum lá við bryggju í Havn. Mein Schiff 3 lá í Honningsvåg í Norra, tá trossarnir slitnaðu um 21 tíðina lokala tíð.
Nógvur vindur var , og ferðamannaskipið bar við bryggju og gjørdi stóran skaða á bæði bryggjuna og skipið.
Pláss er fyri fleiri enn 2000 ferðafólkum umborð, og fleiri hundrað teirra stóðu eftir á bryggjuni, tá trossarnir slitnaðu.
Seinni um kvøldið varð arbeitt við at fáa ferðafólki umborð aftur á skipið. Skipið er nú á veg móti Svalbard, skrivar Finnmarksposten.no
Sí sjónband her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald