Innanlands

Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður

Tænastumannafelagið hevur havt aðalfund

Frá vinstru Bárður Enni, Hallur Fróðin Bech, Meinhard Gaardlykke og Andrea Nielsen

Frá vinstru Bárður Enni, Hallur Fróðin Bech, Meinhard Gaardlykke og Andrea Nielsen

2022-03-16 20:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður í Tænastumannafelagnum. Eingin stillaði upp móti formanninum, so hann er valdur fyri tvey ár afturat.

Næstformaðurin, Bárður Enni, stóð eisini fyri vali, og hann var afturvaldur. Andrea Nielsen, kassameistari, var vald í fjør, og stóð tí ikki fyri vali. Eisini Hallur Fróðin Bech stóð fyri vali og var hann afturvaldur.

Eftir fundin skipaði nevndin seg eins og hon sá út frammanundan. Eykalimir eru Rógvi Andrias Fossádal og Dávur Johannesen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder