Innanlands

Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður

Á aðalfundi hjá Tænastumannafelagnum herfyri, varð hann afturvaldur í tvey ár afturat

Meinhard Gaardlykke, formaður

Meinhard Gaardlykke, formaður

2024-02-28 17:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri hevði Tænastumannafelagið aðalfund, og á formansvalinum varð Meinhard Gaardlykke afturvaldur í tvey ár afturat.

Tað skrivar Tænastumananfelagið í tíðindaskrivi.

Næstformaðurin, Bárður Enni stóð eisini fyri vali, og var hann afturvaldur.
Andrea Nielsen, kassameistari var vald í fjør, og stóð tí ikki fyri vali.
Hallur Fróðin Bech, nevndarlimur stóð fyri vali, og var hann afturvaldur.

Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

  • Meinhard Gaardlykke, formaður
  • Bárður Enni, næstformaður
  • Andrea Nielsen, kassameistara
  • Hallur Fróðin Bech, nevndarlimur

Eykalimir eru Elisabeth Jacobsen, og Petur Sigurd Justesen. Roknskapargrannskoðari er Eyðun Joensen.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder