Mentan

Meira barnalist í Ribarhúsi

Nýggj listaverk, sum næmingar á Fuglafjarðar skúla hava gjørt, hongd upp

2019-03-04 14:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er komin upp ein nýggj framsýning við barnalist frá Gamla skúla í Fuglafirði upp at hanga í Riparhúsi.

Eftir at fyrstu listarverkini hava hingið í eina viku, eru tey nú skift út. Frits Johannessen, stigtakari og fyrrverandi lærari í handverk og list í Fuglafjarðar skúla skrivar soleiðis um framsýningina:

”Hetta er sanniliga ein dýrdarkossur í liti og skapi, sum hevur sagt sína søgu, hvussu børn kunnu lata skapini í – seta tey saman og fáa henda gróður at tosa sítt stumma mál sínámillum. Tað er eingin list á Guðs grønu jørð, ið ber so fagran, óspiltan gróður við sær sum barnalistin.”

Myndirnar hanga uppi alla hesa vikuna, og eru at síggja meðan Piddasa handil er opin. Eins og hin fyrra, er talan um framsýning, ið verður fyriskipað í sambandi við, at málningaframsýningin á Varmakeldu verður fimmti ár í ár. 

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder