Tann 21. september var altjóða ruddingardagur, og hundraðtals føroyingar ruddaðu kring landið.
Nú er fínteljing gjørd, og hon vísir meira enn felagsskapurin “Rudda Føroyar” væntaði. Tilsamans vóru 28.226,4 kilo av ruski - altso 28,2 tons - tikin upp og koyrd á rætta stað.
Samanlagt vóru 1101 fólk tilmeldað, og hetta vóru bæði privatfólk og arbeiðspláss.
Ruddað varð á landi og í sjónum, og hugnað varð við kaffi, sodavatn og tvíflísum.
Fyritøkur/stovnar/feløg, ið ruddaðu í ár:
Húsarhaldsskúlin í Klaksvík ruddaði 230 kilo
Tekniski skúli í Klaksvík ruddaði 120 kilo
Klaksvíkar kommuna ruddaði 700 kilo
Hiddenfjord ruddaði 7.244 kilo í Miðvági, Velbastað, Vestmanna og Sørvági
Skótarnir í Fuglafirði ruddaðu 106 kilo
Sjódypp (ruddaðu saman við samskipara á Tvøroyri)
Umhvørvisstovan (ruddaðu saman við samskipara á Argjum)
Landsverk og Tunnil ruddaðu 34,7 kilo í Norðskálatunlinum, Kaldbakstunlinum,
Hovstunlinum og Norðoyartunlinum
KFUK skótar í Havn (ruddaðu saman við samskipara í Havn)
Heiðafelagið í Miðvági ruddaði 200 kilo
Skúlin við Løgmannabreyt – 400 børn og vaksin - ruddaðu frá 16. september til og við 20. september
Privatfólk:
Argir, Kollafjørður, Hoyvík: 800 kilo
Nólsoy: 1.000 kilo
Langaregn: 1.640 kilo
Sanda-, Mið- og Sørvágur: 462 kilo
Funningsfjørður: 2.200 kilo
Skála: 10.320 kilo
Streymnes: 2.000 kilo
Tvøroyri: 900 kilo
Sumba: 217 kilo
Tøl, sum fólk hava sent okkum úr øllum landinum: 277,7 kilo
TILSAMANS 28.226,4 KILO.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald