Í gjár legði Gunvør á Lava alment legði frá sær í forskúlanum í Sankta Frans Skúla, har hon verið í meira enn 40 ár. Áðrenn tað var hon í meira enn 10 ár í barnagarðinum hjá nunnunum.
- Tú hevur ávirkað og sett tín dám á eina ómetaliga rúgvu av børnum – eg haldi tú eisini hevur sett tín dám á øll míni børn, sum øll hava gingið í forskúla hjá nonnunum. Ein tíð, sum tey og vit eru ómetaliga glað fyri at minnast aftur á.
Borgarstjórin helt røðu fyri Gunvør og segði, at hetta bæði var ein søguligur dagur, ein hátíðardagur og sjálvsagt eisini ein sorgardagur fyri skúlan, tí tilsamans er talan um meira enn hálva øld í tænastuni. Og nú gevst hon.
- Vit kenna teg sum sera pliktuppfyllandi, vælgjørda og kreativa. Tú ert sera góð við børnini og hevur barnatekki burturav – so børnini hava elskað teg, hóast tú onkuntíð hevur verið bæði strongd og striks.
- Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív. Tílík, sum vita alt og duga alt.
Øll røðan og fleiri myndir frá løtuni síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald