Mentan

Meira enn 56.000 krónur savnaðar inn til Reyða Kross

Hoyvíkar kirkja var mestsum fullsett, tá stuðulskonsert fyri Ukraina var sunnukvøldið

2022-03-14 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, sunnukvøldið 13. mars varð skipað fyri stuðulskonsert fyri flóttafólk úr Ukraina, og Hoyvíkar kirkja var mestsum fullsett.

Byrjað varð við bøn fyri flóttafólki úr Ukraina, og sálmurin “Kom friður av himni”, sum Louis Zachariasen yrkti, og Knút Olsen smíðaði lag til, varð sungin sum felagssálmur.

Tey, ið framførdu á konsertini vóru Anna & Angelika, Silvitni, Jens Marni, SWAY og Lena Anderssen, og tey komu øll sera væl frá uppgávuni, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.

– Talan var um eitt serligt huglag í kirkjuni, og tær nýggju veggjapláturnar, ið so at siga eru gjørdar til sang og tónleik, og nýggja urgan, ið enn bert er hálvliðug, gjørdu mun. Men tað merktist eisini, at fólk vilja gera mun og eru merkt av krígnum í Evropa.

Í sambandi við konsertini var høvi hjá fólki at lata eitt oyra. Kiwanis Rósan læt 10.000 krónur sum byrjanarpening í hesi innsavning. Tilsamans vóru meira enn 56.000 krónur savnaðar inn til Reyða Kross og arbeiðið fyri ukrainska fólkið. Hetta var tó bert fyribilstal, tí fólk hava eisini høvi at flyta pening á 6460 4946954 – viðmerkt Ukraina.

Torfinn Højgaard, næstformaður í Reyða Krossi Føroya, takkaði fyri stuðulin og greiddi frá arbeiði teirra.

Endað varð við felagssálminum “Boðar tú til allar tjóðir” og Faðirvár. 

Samanumtikið var talan um eitt sera væleydnað kvøld, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder