Uttanlands

Meira enn ein mió. bretar skrivað undir borgarauppskot um at steðga brexit

Fleiri hundrað túsund hava skrivað undir í dag, og orsakað av hesum hava verið trupulleikar við heimasíðuni hjá bretska tjóðartinginum

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-03-21 20:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meðan bretski forsetisráðharrin, Theresa May, roynir at fáa alt í lag viðvíkjandi brexit, eru eisini nógv, sum framhaldandi stríðast fyri at steðga tí fullkomiliga.

Eitt borgarauppskot um at steðga brexit hevur vakt so nógvan ans, at tað hevur elvt til trupulleikar við heimasíðuni hjá tjóðartinginum fleiri ferðir í dag.

Uppskotið hevur langt síðani fingið tær 100.000 undirskriftirnar, sum eru neyðugar fyri at kunna fáa uppskotið borið fram í tinginum.

Bara í dag hava fleiri hundrað túsund skrivað undir, og sambært TV2 hava fleiri enn ein mió. fólk skrivað undir tilsamans.

Tað er bretska Margaret Anne Georgiadou, sum hevur tikið stig til borgarauppskotið. Hetta tí at hon følir, at tey, sum eru ímóti brexit vera ignorerað.

Á fólkaatkvøðuni í juni 2016 atkvøddu fleiri enn 17 mió. bretar (51.9 prosent) fyri at fara úr ES, meðan gott 16 mió. (48,1 prosent) ynsktu at vera verandi í ES.

Men sambært meiningakanningum er støðan ein onnur í dag.

Sambært nýggjari kanning, sum miðilin Independent almannakunngjørdi í gjár, siga 61 prosent av teimum spurdu, at, tey heldur ynskja at vera verandi í ES, um einasta alternativið er núverandi avtalan hjá Theresu May.

Eisini var meiriluti (57 prosent) fyri at vera verandi í ES, um alternativið var at fara úr ES uttan avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder