Uttanlands

Meira enn sjeyndi hvør ukraini rýmdur úr landinum

Meira enn helvtin av teimum 6,6 milliónunum, sum eru rýmd til grannalondini hjá Ukriana eru farin víðari til onnur lond í Evropa, upplýsir ST

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-28 19:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

6,6 milliónir ukrainar eru rýmdir undan krígnum til grannalondini, og av teimum eru nærum tríggjar milliónir farnir víðari til onnur evropeisk lond, upplýsir flóttafólkafelagsskapurin hjá ST, UNHCR.

Av teimum londunum, sum ikki eru grannalond hjá Ukraina, hava Italia, Kekkia og Týskland tikið ímóti teimum flestu ukrainsku flóttafólkunum.

Pólland er tað grannalandið, sum hevur tikið ímóti flestum flóttafólkum. Yvir 3,5 milliónir – meira enn helvtin – eru rýmd til Póllands, og Rumenia hevur tikið ímóti nærum einari millión flóttafólkum.

Sambært Ritzau rýmdu næstan 100.000 fólk dagliga úr Ukraina fyrst í mars mánað, men í mai er talið minkað niður í uml. 20.000.

Talið á flóttafólkum, sum eru rýmd úr Ukraina svarar til 15 prosent av teimum 44 milliónunum, sum búðu í Ukraina áðrenn kríggið byrjað fyri trimum mánaðum síðani.

Kringvarpið upplýsti fyrr í vikuni, at 47 ukrainar eru komnir til Føroya.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder