Innanlands

Meira enn tíggju ár í starvinum

Fríggjadagin var samkoma í Heilsuhúsinum í Havn í sambandi við, at fýra sjúkrarøktarfrøðingar høvdu havt rundan starvsdag

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2021-05-09 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadag seinnapart var móttøka í Heilsuhúsinum í Havn í sambandi við, at fýra sjúkrarøktarfrøðingar høvdu rundað meira enn tíggju ár í starvinum.

Tær fýra – Dóra Gaard, Bárða Brandsdóttir, Súsanna Hansen (vanliga nevnd Ussa), og Marianna Jacobsen – fingu allar eina gávu og eisini eina heilsan frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen.

- Nú tit allar fýra hava verið í starvinum í 10 ár og meira enn tað, so er tað eitt gott tekin um, at tit trívast í arbeiðinum, segði Heðin Mortensen.

- Vit hava seinastu tíðina sagt, at vit skulu hava eitt Býráð fyri borgaran. Og hesum arbeiða vit eftir. Men her gerst einki uttan góð starvsfólk, sum hvønn dag eru um okkara borgarar. So her eiga tit tykkara stóra lut í, at borgarin hevur tað gott í gerandisdegnum.

- Tit eru allar føddir sjúkrarøktarfrøðingar, dugnaligar á hvør sín hátt og hava hjartað á røttum stað. Og tað vita vit, at borgarin setur stóran prís uppá. Tí vóni eg eisini, at tit framhaldandi fara at trívast í starvinum og verða verandi í tænastuni hjá Tórshavnar kommunu nógv ár aftrat, segði borgarstjórin í røðu sínari.

Øll røðan kann lesast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder