Uttanlands

Meira góðs verður flutt gjøgnum Russland

Farmatokini, sum koyra millum Evropa og Asia gjøgnum Russland hava nógv meira at gera nú skipaferðslan gjøgnum Reyðahav er avmarkað

Álopini úr Jemen móti skipum í Reyðahavi er orsøkin til, at meira góðs nú verður flutt við toki til Asia (Mynd: EPA)

Álopini úr Jemen móti skipum í Reyðahavi er orsøkin til, at meira góðs nú verður flutt við toki til Asia (Mynd: EPA)

2024-02-19 17:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vandin fyri rakettálopum í Reyðahavi er orsøkin til at alt fleiri fyritøkur í Evropa nú velja at flyta sínar vørur til Asia við toki gjøgnum Russland.

Tað skrivar danska blaðið Børsen eftir at hava tosað við fleiri flutningsfyritøkur.

Bæði eysturríkska tokfelagið ÖBB og týska Railgate Europe boða frá øktum eftirspurningi hesar seinastu vikurnar eftir at fáa farm fluttan til Asia við toki.

Eisini danskar flutningsfyritøkur fáa fleiri uppgávur við at flyta góðs gjøgnum Russland, upplýsir stjórin í felagnum Danske Speditører fyri Børsen.

- Eftirspurningin er vaksandi. Tað er jú lógligt at velja eina rutu, sum ikki er í stríð við tær galdandi revsitiltøkini móti Russlandi. Men tað er sjálvandi ein trupulleiki, at vit harvið senda fleiri pengar í lummarnar hjá russum, sigur hann.

Sambært revsitiltøkunum, sum ES hevur sett í verk móti Russlandi, er tað loyvt at føra góðs gjøgnum landið so leingi tokið ikki støðgar í Rusalandi, skrivar Ritzau.

Fleiri av teimum stóru skipafeløgunum eru givin við at sigla gjøgnum Suezveitina og Reyðahav, sum hevur verið nógv tann mest brúkta leiðin millum Evropa og Asia. Í staðin verða skipini nú send ta longu leiðina suður um Afrika.

Hetta tí, at houthi’arar úr Jemen halda fram við at leypa á handilsskip i Reyðahavi. Eitt nú hava fleiri skip hjá Mærsk verið fyri álopi. Houthi-rørslan hevur sagt, at tey skjóta eftir skipunum sum mótmæli móti ísraelsku álopunum á palestinar í Gazageiranum.

USA, Bretland og fleiri onnur vestanlond hava send herskip til Reyðahav fyri at verja handilsflotan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder