2021-03-10 21:18

Ein nýggj sending av koppingarevni móti covid-19 kom við flogfarinum hjá Atlantsflog, sum lendi um 18 tíðina í kvøld.
Higartil hava Føroyar bara koppsett fólk við koppingarevni frá Pfizer, og hesaferð er tað aftur frá Pfizer. 1350 skamtar komu til Føroyar í kvøld, upplýsir Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, fyri útvarpinum.
Koppsetingin verður tikin upp aftur í morgin, og tá verða fólk á stovnum undir almannaverkinum í Havn og Runavík koppsett.
3808 fólk, sum er 7,2 prosent av fólkatalinum, hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett móti korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald