Í dag hevur føroyski bólkurin Leiðland latið annað staklagið av komandi EP-útgávu sínu út á talgildu pallarnar. Lagið eitur ’Spøkilsi’.
Meðan koronakreppan var á hægsta støði í landinum, og fólk ræddust at koma hvørjum øðrum nær, valdi Leiðland at fara í upptøkuhøli.
Í fimm dagar arbeiddu sjey fólk saman í totalari avbyrging frá øllum føroyingum og restini av heiminum. Trý nýggj løg vórðu tá sett í heimin. ’Spøkilsi” er eitt av hesum.
Fýra løg verða á EP’ini, sum kemur út í september.
’Spøkilsi’ er eins og tað mesta tilfarið hjá bólkinum skrivað og framleitt í samstarvi millum limirnar í bólkinum og hetta lagið og hini bæði, sum koma út seinni í ár, eru framleidd av Mikael Blak. Upptøkurnar vórðu gjørdar í Studio Bloch í apríl mánaði.
Fyrsta staklagið frá Leiðland kom annars í mars. ’Veit Væl at tú Veit tað Væl’ hava limirnir sjálvir framleitt.
Meðan løgini á komandi Leiðland EP’ini spakuliga seyðrar út millum føroyska fólkið, er bólkurin farin undir at gera nýtt tilfar. Hetta tilfarið verður at hoyra tá Leiðland fer á eina mini konsertferð í næsta mánaði.
Leiðland spælir í Tøting tann 3. juli, í Salt 9. juli og í Tórsgøtu 10. juli.
Limirnir í Leiðland eru Líggjas Olsen, Kristin Nolsøe Bech, Rúni Mouritsen, Vinjar Petersen, Lea Kampmann og Janus Kampmann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald