Mentan

Meira nýtt frá Høgna Lisberg

”On Your Side” er annað staklagið av komandi útgávuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-01 18:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Høgni Lisberg, sum brúkar listanavnið HOGNI, hevur í dag leyslatið eitt nýtt staklag.

”On Your Side” er annað lagið av komandi útgávu hansara, sum nú er møguligt at hoyra á netmiðlunum miðlunum, har tónleikur verður deildur.

Fyrsta staklagið í hesum umfari, “Simple Man”, varð leyslatið 10. apríl. Høgni Lisberg hevur áður útgivið seks útgávur í egnum navni. Seinasta kom í 2014, ”Call for a Revolution”.

Høgni er eisini virkin sum trummusláari, eitt nú í orkestrinum hjá Eivør Pálsdóttir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder