Innanlands

Meira ófriður í føroysku skúlaflokkunum enn í hinum Norðurlondunum

Næmingarnir sjálvur halda, at tað er ov nógvur ófriður í flokkinum - hóast snildfonir órógva lutfalsliga lítið. Hetta eru álvarsom tøl, sigur Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags.

Úrslitið omanfyri er týðiligt tekin um, at tað í fleiri førum er neyðugt við tveimum lærarum í flokkinum heldur næstformaðurin (Mynd: skulabladid.fo)

Úrslitið omanfyri er týðiligt tekin um, at tað í fleiri førum er neyðugt við tveimum lærarum í flokkinum heldur næstformaðurin (Mynd: skulabladid.fo)

2026-09-22 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er, sambært føroyskum næmingum, meira ófriður í flokkinum, enn hvat næmingar í hinum Norðurlondum svara. 

Hetta eru millum nirðurstøðurnar í nógv umrøddu PISA-kanningini.

- Nógv er bæði skrivað og sagt, síðani PISA-úrslitið bleiv kunngjørt herfyri, og meiningarnar um úrslitini hjá føroysku næmingunum hava verið nógvar. Men PISA kannar ikki bara fakligar førleikar. PISA spyr eisini næmingarnar um fleiri onnur viðurskifti.

Hetta vísir Tórhallur við Gil á.

Næstformaðurin í Føroya Lærarafelag hevur í grein í Skúlablaðnum víst á, at tað eru ikki bert fakligu úrslitini, sum man skal hyggja eftir.

- Hetta eru álvarsom tøl, og tey eiga at verða tikin í álvara, sigur Tórhallur við Gil.

Næmingarnir sjálvir órógva nógv meira enn snildfonirnar

Næmingarnir vórðu millum annað spurdir, um talgild amboð, til dømis snildfonin, órógva teir í tímunum.

Av øllum Norðurlondum órógvar snildfonin minst næmingar í tímunum í føroyska fólkaskúlanum. Tað er gott og gevur góða meining, um hugsað verður um, hvussu skúlar í Føroyum hava lagt seg eftir at fáa telefonina úr skúlatímanum og skúlatíðini sum heild. Skúlar hava gjørt sær reglur, har endamálið er at fáa snildfonina úr skúlanum, og sambært tølunum í PISA hevur tað eydnast rættiliga væl - Summir skúlar hava loyst hetta betri og smidligari enn aðrir.

PISA spyr eisini um ófrið í flokkinum, og har má tíverri staðfestast, at føroyskir næmingar svara, at tað er ov nógvur ófriður í flokkinum. Svarini um ófrið í flokkinum verða býtt upp í hesar partar:

·       Næmingarnir lurta ikki eftir, hvat lærarin sigur

·       Tað er ófriður og óskil

·       Lærarin má bíða leingi eftir, at næmingarnir gerast friðarligir

·       Næmingarnir fáa ikki arbeitt væl

·       Næmingarnir byrja ikki at arbeiða fyrr enn langt eftir, at tímin er byrjaður

Føroyar liggja hægst av øllum Norðurlondum á hesum økinum.

- Hetta eru álvarsom tøl, og tey eiga at verða tikin í álvara. Skal undirvísingin lukkast væl, er arbeiðsfriður ein grundleggjandi fortreyt. Úrslitið omanfyri er týðiligt tekin um, at tað í fleiri førum er neyðugt við tveimum lærarum í flokkinum. Ein styrkt tvílæraraskipan hevði bøtt munandi um hesi viðurskifti. Møguleikin, har annar lærarin undirvísir flokkinum, og hin lærarin undirvísir einum minni bólki, hevði loyst ógviliga nógv. Ein einføld loysn, sum er løtt at seta í verk, og gevur úrslit beinanvegin.

Tað síðsta, sum skal verða nevnt her um, hvat næmingarnir siga í Pisa, snýr seg um uppmøting. Her tala tølini sítt týðiliga mál. Tess oftari næmingar skulka og/ella møta ov seint í tíma, tess verri klára teir seg. Teir fáa eitt verri úrslit. Sostatt er næmingafrávera eisini eitt øki, sum sjálvandi eigur at verða tikið í størsta álvara.

Kelda. Skúlablaðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder