Hóast Hetland verður lýst sum eitt samfelag við rættiliga nógvum kriminaliteti og drápum sum gerandishendingar, so hevur tað nógv at týða fyri Hetland, at BBC í dag kundi kunngera, at farið verður undir tvey umfør afturat av vælumtóktu krimirøðini, Shetland.
Krimirøðin snýr seg um Jimmy Perez, ið er løgreglumaður í Lerwick og upplivir nógv spennandi mál at uppklára í lítla oyggjasamfelagnum beint sunnan fyri okkum. Sambært røðini, er tað nærmast gerandiskostur, at deyð fólk verða funnin í Hetlandi, men so man ikki vera í veruleikanum.
Men fyri Hetland hevur sjónvarpsrøðin havt við sær, at oyggjarnar eru vorðnar alt meira kendar og áhugaverdar hjá ferðafólki at koma og vitja.
Fyrstu ferð almenningurin lærdi DI Jimmy Perez og hjálparfólk hansara, Tosh MacIntosh og Sandy Wilson at kenna, var í 2013. At byrja við vórðu einstøku søgurnar lýstar í tveimum pørtum.
Tveir partar vórðu gjørdir í 2013 og tríggjar ferðir tveir partar í 2014. Í 2015, 2018 og 2019 fóru tey so yvir til longri framleiðslur, har søgan verður fortald í seks pørtum á ein tíma hvør.
Og nýggju umførini, sum skulu framleiðast í 2020 og 2021 verða eisini skorin eftir hesum leisti, skrivar Shetland News í dag frá BBC.
Framvegis verður tað Douglas Henshall, sum hevur høvuðsleiklutin sum Jimmy Perez, og Allison O’Donnell og Steven Robertson spæla hjálparfólkini.
Higartil seinasta umfar av Shetland-røðini varð víst á BBC One í februar og mars í ár. Hon varð eisini víst á Danmarks Radio.
Krimirøðin hevur verið ógvuliga væl móttikin av hyggjarum bæði í Bretlandi og kring heimin, og hevur eisini havt jaliga ávirkan á hetlendsku ferðavinnuna, skrivar Shetland News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald