Uttanlands

Meiriluti fyri at halda fram við ríkisrættarmálinum

56 av teimum 100 senatorunum - harav seks republikanarar - atkvøddu fyri í gjárkvøldið. Harvið heldur ríkisrættarmálið móti Trump fram í kvøld, men lítið bendir á, at fyrrverandi forsetin verður dømdur

Demokratarnir ynskja, at fyrrverandi forsetin verður dømdur fyri at hava eggja til ófrið (Mynd: EPA)

Demokratarnir ynskja, at fyrrverandi forsetin verður dømdur fyri at hava eggja til ófrið (Mynd: EPA)

2021-02-10 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fór ríkisrættarmálið nummar tvey móti Donald Trump í gongd. Hóast tíðarskeiðið hjá honum sum forseti er av, so er eitt stórt ynski í demokratiska flokkinum um at fáa Trump dømdan í ríkisrættinum.

Hetta er orsakað av áhaldandi uppáhaldinum hjá 74-ára gamla manninum um valsvik í samband við forsetavalið í november, sum sambært demokratunum eggjaði sínum stuðlum til at fara inn í Capitol Hill 6. januar at gera um seg. Eitt sjónband av hendingunum tann dagin varð víst í samband við kjakið í gjár, og víst varð á at hóast tíðin hjá Trump næstan var av, og at hann nú ikki longur er í sessinum, so skal hann ikki sleppa við lógarbroti.

Sakførarnir hjá Donald Trump vístu á, at ríkisrættarmálið er í stríð við amerikansku grundlógini, og at talan er um misnýstlu av valdi frá demokratiska flokkinum. Hetta vóru teir 50 limirnir í Senatinum, sum hoyra til demokratiska flokkinum, ikki óvæntað óamdir í, og teir atkvøddu fyri, at ríkisrættarmálið skal halda fram. Tað gjørdu seks republikanarar eisini, og harvið var meiriluti.

Ríkisrættarmálið heldur tí fram tíðliga í kvøld føroyska tíð - danska TV2 hevur gjørt eitt yvirlit - men tað eru útfrá úrslitinum í gjár ikki stór sannlíkindi fyri, at Donald Trump verður dømdur. Tveir triðingar av limunum í Senatinum (67 limir) skulu  atkvøða fyri, um ein persónur skal verða dómdur í einum ríkisrættarmáli, og harvið skulu ellivu limir í republikanska flokkinum skifta meining áðrenn atkvøðugreiðsluna.

Fyri beint yvir einum ári síðani varð Donald Trump fríkendur, tá yvir helmingurin av limunum í Senatinum atkvøddu ímóti í endaligu atkvøðugreiðsluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder