
Nær væntar tú at løgtingsval verður, ljóðar spuringurin, sum Portalurin hevur sett lesarum síðani hálvgun tólv tíðina í dag.
Rokið í Fólkaflokkinum gjørdi hendan spurningin serliga áhugaverdan, men tá klokkan var 19 og freistin at atkvøða var úti, var úrslitið nokkso greitt. Heili 54 prosent vænta, at samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin heldur fram gott hálvt annað ár afturat til valskeiðið er liðugt.
Tey eru 33 prosent, sum vænta, at val veður útskrivað innan seks mánaðir, meðan bara trettan prosent vænta, at tað verður innan eitt ár.
6474 brúkarar svaraðu uppá spurningin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald