Tað hevur verið frammi fyrr, og tað er tað aftur nú. Framsókn legði her fyri lógaruppskot fyri løgtingið um at broyta rúsdrekkalógina so at øl og vín kann seljast í vanligum handlum. Her undir at matvøruhandlar, matstovur og skeinkistøð kunnu innflyta rúsdrekka upp í 22 prosent av alkoholi.
Uppskotið fekk kaldliga móttøku frá hinum flokkunum til 1. viðgerð 10. mars, og verður nú viðgjørt í vinnunevndini.
Her á Portalinum hevur seinnapartin verið møguligt at gjørt sína meining til kennar um málið, og nú klokkan 21 endaði atkvøðugreiðslan.
Næstan 7000 brúkarar hava atkvøtt síðani klokkan 15, og ein stórur meiriluti, 58 prosent, ynskir at øl og vín skal kunna keypast í vanligum handlum.
37 prosent halda ikki, at tað er tað rætta at gera, meðan fýra prosent siga seg ikki vita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald