Meirilutin í Tvøroyrar býráð hevur enn einaferð staðfest avgerð sína um, at Kristin Michelsen ikki skal sleppa at røkja bæði borgarstjórastarvið á Tvøroyri og starvið sum løgtingsmaður.
Tvøroyrar býráð hevði fund týskvøldið tá hetta málið var á skránni.
Eftir býráðsvalið í 2016 samtykti táverandi meiriluti í Tvøroyar býráð at Kristin Michelsen kundi røkja bæði størvini. Men eftir at borgarstjórin misti sín meiriluta, tá Kristina Roest leyp frá, og fór saman við javnaðarlistanum, tók býráðið eina nýggja avgerð um at sýta borgarstjóranum at røkja løgtingsstarvið eisini.
Men hetta ávirkaði ikki Kristin Michelsen, sum helt fram í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin og seinni sum uttanflokkatingmaður. Á løgtingsvalinum 31. august varð hann afturvaldur, nú á listanum hjá Sjálvstýri.
Meirilutin í Tvøroyrar býráð – tað eru Annika Pearce, Bogi Johannesen, Súsanna Bertholdsen og Kristina Roest (Bogi Hammer er í farloyvi) – ætlar nú at fáa advokat at taka sær av hesum málinum.
Soleiðis stendur at lesa í frágreiðingini frá fundinum týskvøldið.
”Sæð í ljósinum av hvussu leingi málið hevur tikið, og at borgarstjórin ikki hevur virt/eftirlíkað okkara avgerð frá 29. desember 2018, mæla vit til, at lata Jógvan Páll Lassen, adv. um at taka sær av málinum víðari”.
Minnilutin í býráðnum, Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen, vísa á – eins og tey fyrr hava gjørt – at loyvið, sum býráðið gav borgarstjóranum 13. februar 2017 ikki kann takast aftur og uttan hoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald