Uttanlands

Meirilutin í finska tjóðartinginum atkvøddi fyri Nato-limaskapi

Finnland kann tó ikki gerast limur, fyrr enn Ungarn og Turkaland hava góðkent umbønina hjá landinum

Nú manglar bara undirskriftin hjá finska forsetanum, Sauli Niinistö (Savnsmynd)

Nú manglar bara undirskriftin hjá finska forsetanum, Sauli Niinistö (Savnsmynd)

2023-03-01 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein meiriluti í finska tjóðartinginum hevur í dag atkvøtt fyri finskum Nato-limaskapi.

184 atkvøddu fyri, meðan bert sjey atkvøddu ímóti, og nú manglar bara undirskriftin hjá finska forsetanum, Sauli Niinistö, skrivar Ritzau.

Men enn kann Finnland ikki gerast limur í Nato. Fyri at gerast limur, krevst undirtøka frá øllum teimum núverandi limalondunum, og Ungarn og Turkaland hava enn ikki góðkent umbønina hjá Finnlandi um at gerast limur í Nato.

Ungarska tjóðartingið byrjaði í dag at viðgera málið, og verður eftir ætlan atkvøtt um málið seinni í hesum mánaðinum. Í Turkalandi siga tey seg vera til reiðar at góðtaka Finnland sum lim í Nato, men tó ikki Svøríki, sum eisini hevur søkt um limaskap, skrivar Reuters.

Turkaland hevur fleiri ferðir seinastu tíðina sagt, at tey ikki kunnu góðtaka svenskan Nato-limaskap, m.a. orsakað av koranavbrenningunum hjá Rasmus Paludan, men turkiski uttanríkismálaráðharrin, Mevlüt Cavusoglu, sigur, at tey nú eru til reiðar at umrøða málið aftur. Enn hevur Svøríki tó ikki eftirlíkað krøvini hjá Turkalandi, og partarnir fara at hava nýggjan fund 9. mars, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder