Í Danmark skulu tey hava nýggjan tingformann, nú Henrik Dam Kristensen, ið var formaður í Fólkatinginum seinastu árini, ikki stillaði upp aftur á seinasta fólkatingsvali fyri nærum tveimum vikum síðani. Og líkt er til, at nýggi formaðurin verður úr Vinstra.
Seinnapartin varð skotið upp av flokkinum, at Søren Gade, fólkatingslimur, sum frá 2019 og fram til valið var verið limur í ES-tinginum, átti at verið Fólkatingsformaður, og sambært donskum miðlum, tekur ein meiriluti av Fólkatinginum undir við hesum.
Virkandi forsætisráðharrin Mette Frederiksen sigur, at hon tekur undir við uppskotinum hjá Vinstra.
– Eg virðismeti persónliga Søren sera høgt sum menniskja og starvsfelagi, sigur hon.
Hon leggur afturat, at hon vónar, at hann fær stóra undirtøku frá flokkunum á Fólkatingi, og hevur hann í øllum førum fullan stuðul frá danska javnaðarflokkinum, og hesum hevur hon eisini boðað formanninum í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen frá.
SF, Moderaterne og Nye Borgerlige hava eisini boðað frá, at teir stuðla Søren Gade sum formann í Fólkatinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald