2021-06-21 10:11

Meirilutin í svenska ríkisdegnum atkvøddi fyri misálit á stjórnina hjá Stefan Löfven, og sostatt skal hann annaðhvørt leggja frá sær ella útskriva nýval.
Hann hevur eina viku til at taka eina avgerð. Sambært DR fer Stefan Löfven at hava tíðindafund klokkan 10.30.
Á atkvøðugreiðsluni um misálit, vóru 181 atkvøður fyri, og 109 ímóti. 51 atkvøddu blankt, og átta tinglimir vóru ikki til staðar.
Tað er ein ætlað lógarbroyting um at slaka uppá reglur, sum javnføra húsaleiguna í nýggjum leigubústøðum, sum er orsøkin til, at andstøðuflokkurin Sverigedemokraterna reisti misálit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald