Innanlands

Meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi útsett til 1. januar

At ferðaleiðaravirksemi ikki longur skal vera mvg-frítt hevði ávirkað teir prísir, sum longu eru avtalaðir við kundar til sesongina í ár, og tí hevur TAKS útsett tað til næsta ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-31 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðskeiðis í hesum mánaðinum boðaði TAKS frá, at ferðaleiðaravirksemi, sum hevur verið tulkað sum mvg-frítt í fleiri ár, kortini er mvg-skyldugt, men tað kemur ikki í gildi fyrr enn í januar, boðar TAKS nú frá.

Ferðaleiðarar hava gjørt vart við, at broytingin kom tvørtfyri so brádliga, tí hon ávirkaði teir prísir, sum longu vóru avtalaðir við kundar til sesongina í ár, og hesar viðmerkingar hevur TAKS tikið til eftirtektar.

Mervirðisgjaldið á ferðaleiðaravirksemi er tí útsett til 1. januar 2022.

Les eisini: – Slík avgerð ger tað enn truplari hjá ferðavinnuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder