Uttanlands

Meksiko skrásett nógv fleiri andlát enn vanligt undir koronafarsóttini

Í tíðarskeiðnum mars – august doyðu 122.765 fleiri enn vanligt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-06 10:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá miðskeiðis í mars til 1. august hevur Meksiko skrásett 122.765 fleiri andlát enn vanligt í hesum tíðarskeiðnum, vísir ein frágreiðing hjá meksikanska heilsumálaráðnum.

Hetta talið bendir á, at talið á fólki, sum eru deyð undir koronafarsóttini kann vera nógv hægri enn tey almennu tølini vísa.

Landið hevur skrásett 629.409 smittutilburðir og 67.326 andlát í sambandi við koronasmittuni. Men meksikanska stýrið hevur ofta víst á, at veruligu tølini helst eru nógv hægri, av tí at so fá verða kannað, skrivar Ritzau.

At gera upp hvussu nógv fleiri eru deyð enn vanligt verður roknað sum ein betri máti at meta um deyðstalið undir farsóttini. Meksikanska heilsumálaráðið sigur tó, at tað ikki er greitt, at øll hesi "eyka" andlátini, sum eru skrásett eru orsakað av korona.

Í gjár skrásetti meksikanska heilsumálaráðið 6.319 nýggjar smittutilburðir og 475 nýggj andlát.

Virkandi heilsumálaráðharrin, Hugo Lopez-Gatell segði fríggjadagin, at mann intil miðjan august sá eina støðuga minking í talinum á smittaðum.

Sambært Worldometers.info hava fleiri enn 27 mió. fólk kring heimin nú fingið staðfest koronasmittuna, og 884.000 eru deyð.

19,2 mió. fólk eru tó longu vorðin frísk, og eru 6,9 mió. fólk smittað í løtuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder